EN

Um Menu.fo

Um matportalin Menu.fo
Menu.fo er heimasíðan har øll matstøð í Føroyum eru at finna. Vit stytta um leiðina frá fólki til matstøð og gera tað lættari hjá matstøðum at røkka út til tann svanga brúkaran

Menu.fo er, sum navnið gevur eina ábending av, ein alnóts matskrá yvir øll matstøð.

Menu.fo er heimasíðan har øll matstøð í øllum Føroyum, eru at finna. Endamálið við Menu.fo er at stytta um leiðina frá almenninginum til matstøðini, samstundis sum tað blívur lættari hjá matstøðunum at røkka út til málbólk teirra.

Hvat er Menu.fo?
  • Alnóts matskrá yvir matstøð í Føroyum.
  • Ger tað lættari at finna og samanbera matstøð.
  • Hjálpir matstøðum at røkka út til nýggjar og verandi kundar.
Fyrivarni og ábyrgd

Vit á Menu.fo taka fyrivarni fyri feilum, stavivillum, skeivari prísáseting og tekniskum trupulleikum.

Menu.fo tekur onga ábyrgd av samstarvinum millum matstøðini og teirra viðskiftafólk.

Vit arbeiða støðugt við menning og betringum.

Fá tína matstovu lýsta á Menu.fo

Tað er skjótt og einfalt at gerast partur av Menu.fo. Við at gerast partur av Menu.fo, fær títt matstað sítt egna pláss at lýsa matskráir, tilboð, døgurðatilboð og catering-møguleikar.

Set teg ísamband við okkum

Ring til okkum
📞+298 209900
Send eini boð
✉️menu@menu.fo